Tað heldur bara fram við at ganga flúgvandi hjá føroyska súkklaranum, Torkil Veyhe. Hann hevur í dag fingið boð um, at hann er úttikin til danska landsliðið á landavegi.
Eftir eina røð av góðum úrslitum í Tour de Normandie, Tour des Fjords, oyggjaleikum og í donskum kappingum, skal hann nú umboða Danmark í EM í Herning fyrst í august.
Talan er um ein sera sterkan hóp við níggju súkklarum, sum landsliðsvenjararnir, Anders Lund, Catherine Marsal og Henrik Simper, hava úttikið.
Við á liðnum eru eitt nú Matti Breschel, Lars Ytting Bak og Michael Mørkøv, sum hava fleiri Tour de France í skjáttuni.
EM í súkkling á landavegi verður súkklað dagarnar 2. – 6. august 2017, og danska landsliðið sær soleiðis út:
Magnus Cort Nielsen - Orica-Scott
Christopher Juul-Jensen - Orica-Scott
Matti Breschel - Astana
Lars Ytting Bak - Lotto-Soudal
Michael Mørkøv - Katusha-Alpecin
Mads Würtz Schmidt - Katusha-Alpecin
Alexander Kamp - Team VéloCONCEPT
Nicolai Brøchner - Riwal Platform
Torkil Veyhe - ColoQuick-Cult










