Torkil við Sandá vil ikki siga nakað um, hvussu nógv hann hevur keypt handilin hjá Gunnleivi fyri, men hann sigur tó, at bæði keypari og seljari eru nøgdir.
Heldur fram á sama hátt
Spurdur hvørjar ætlanir, ið hann hevur við handlinum, sigur Torkil við Sandá:
- Tað er meiningin, at vit halda fram í sama stíli. Vit yvirtaka handilin við ársskiftið, og tað er tí eisini avmarkað, hvussu nógvar broytingar vit fáa framt til tað tíð, men vit ætla tó at gera handilin meiri kundavinarligan, sigur Torkil við Sandá.
Keypið umfatar ikki bara sjálvan handilin, men eisini alt húsið, ið handilin húsast í. Umframt handilshølini er eisini talan um eina stóra íbúð.
Torkil við Sandá sigur, at sjálvur hevur hann ikki nakrar royndir innan handilsvirksemi, men tað eru hann og konan, sum saman hava keypt, og konan hevur drúgvar royndir frá handli.