Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, luttekur komandi dagarnar í stóru norsku súkklukappingini Tour des Fjords, har hann og liðfelagarnir í ColoQuick-CULT leggja til brots í morgin.
Hetta er fimtu ferð, at kappingin verður hildin. Tvær ferðir áður hevur kendi norski súkklarin, Aleksander Kristoff, vunnið hesa kappingina, sum er í alt fimm teinar.
Aleksander Kristoff er ikki við í ár, og er tað tí heldur ein annar norðmaður, nevniliga Edvald Boasson Hagen frá Team Dimension Data, ið er stórfavorittur at vinna.
Torkil Veyhe sigur við in.fo í kvøld, at hansara uppgáva í kappingini verður at royna at koma við í útbrot og at royna at vinna onkran tein.
Lið hansara, ColoQuick-CULT, hevur m.a. Jesper Schultz og Jonas Vingegaard við. Teir báðir eru stinnir í brekkunum, og er málið at vinna ein tein og at fáa teir báðar í samlaða topp-20.
Tilber at síggja kappingina beinleiðis á TV2 Norge, har teir byrja sendingina kl.14.30 seinnapartar og annars senda beinleiðis frá teinunum frá kl.15.00.
Tour des Fjords 2017:
1. teinur, mikudagin 24. mai:
Balestrand – Førde (189,9km)
2. teinur, hósdagin 25. mai:
Gulen – Norheimsund (185,1km)
3. teinur, fríggjadagin 26. mai:
Odda – Kopervik (180,2km)
4. teinur, leygardagin 27. mai:
Stavanger – Sandnes (162,4km)
5. teinur, sunnudagin 28. mai:
Hinna Park – Stavanger (163km)