Torkil hevur skift lið

Hann sleppur nú at royna seg á hægri støði í Danmark.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum seinast hevur súkklað við Team WeBike-CK Aarhus, hevur í gját skift lið. Hann fer framyvir at súkkla við coloQuick-CULT.


Torkil hevur havt eitt framúrskarandi kappingarár í danskari súkkling, og avrikini hava nú ført til, at hann fær møguleikan á einum hægri støði.


- Eg gleði meg til mítt fyrsta ár sum kontinental-súkklari. Eg havi havt eitt gott kappingarár, har eg hevði tað stuttligt við at súkkla og fekk loyvi at vera við í Post Nord Danmark Rundt. Tað gevur blóð á tonna til meira, og eg gleði meg at royna meg í nøkrum av teimum størru kappingunum, sum coloQuick-CULT kann bjóða, sigur Torkil við feltet.dk


Christian Andersen, ítróttarstjóri hjá coloQuick-CULT, sigur seg fegnast um, at tað hevur eydnast at fingið fatur á súkklaranum, sum stóð sera ovarliga á ynskilistanum.


- Vit hava fingið ein av Danmarks stinnastu súkklarunum í 2016 á liðið, sigur Christian Andersen, sum lýsir Torkil at vera ein súkklara við ótrúligari kropsligari styrki og eginleikum út yvir tað vanliga.