Torkil fylgdi Hafsteinn á mál

Íslendski favoritturin var fyrstur at súkkla kring Eysturoynna, men saman við honum á málið kom eisini Torkil Veyhe

Súkkling

 

Næsti teinurin í Statoil Kring Føroyar varð súkklaður í gjár.

Undan kappingini varð Hafsteinn Ægir Geirsson mettir sum favorittur, og við at vinna næsta teinin prógvaði hann eisini sína støðu.

Úr einum føroyskum sjónarhorni var tó hugaligt at staðfesta, at Torkil Veyhe fylgdi sterka íslendinginum allan vegin á málið. Triði maðurin um málstrikuna var Gunnar Dahl-Olsen, sum nýtti hálvan triðja minutt longri um 103 kilometra langa teinin.

Í samlaðu støðuni er Hafsteinn fremstur, men Torkil Veyhe er tó bert 17 sekund aftanfyri.