Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, luttekur í hesum døgum í stóru donsku súkklukappingini, PostNord Danmark Rundt. Hann súkklar við Team Waoo, har leikluturin hjá honum í hesi kappingini er at hjálpa kapteyninum hjá sær, Alexander Kamp.
Fýra av fimm teinum eru súkklaðir, og tað gongur rímiligt hjá Team Waoo, sum hevur Alexander Kamp nummar 10, ein minutt og 20 sekund aftanfyri oddamannin, belgiska Wout van Aert frá liðnum Veranda's Willems Crelan.
Í dag var einkultstartur á skránni. Hetta er ein grein, sum Torkili dámar væl. Hann bleiv nummar 31 av 119 súkklarum, lítlan hálvan annan minutt aftanfyri dagsins vinnara, danska Mads Pedersen frá Team Postnord Danmark.
Í samlaðu kappingini er Torkil Veyhe nummar 24 út av 119 súkklarum. Hann er tveir minuttir og fýra sekund aftanfyri fremsta mann, og sambært tíðunum at døma, so er Torkil Veyhe millum bestu hjálparsúkklarar í kappingini.
Seinasti teinurin í PostNord Danmark Rundt verður súkklaður í morgin. Talan er um ein 198,8 kilometrar langan tein úr Faxe til Frederiksberg.










