Torkil á donskum dreymaliði

Navnframur danskur súkklari væntar Torkil Veyhe verður ímillum teir fremstu um fá ár.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur av álvara gjørt um seg síðani hann skifti til danska liðið ColoQuick-CULT og byrjaði at súkkla hálva tíð, og nú fær hann viðurkenning frá einum navnframum donskum súkklara.


Ein partur av viðmerkjaratoyminum hjá TV2, verturin Dennis Ritter og súkkluserfrøðingarnir Rolf Sørensen og Chris Anker Sørensen, hava sett eitt lið, sum teir meta vera tað danska dreymaliðið í súkkling um fimm ár – í ár 2022.


Chris Anker Sørensen, sum eitt nú hevur súkklað Tour de France fimm ferðir, hevur tikið Torkil Veyhe við á dreymaliðið hjá sær. Hann hevur stórtalentið Simon Andreassen sum tann, ið súkklað verður fyri, og Torkil sum ein av fimm hjálparsúkklarum.


Dreymaliðini hjá teimum trimum serfrøðingunum hjá TV2 síggjast niðast í greinini HER.


Torkil Veyhe hevur júst verið heima í Føroyum og vunnið Volvo Kring Føroyar fyri sættu ferð, men er nú aftur í Danmark og fyrireikar seg til EM á landavegi, sum hann skal súkkla við danska landsliðnum í Herning dagarnar 2. til 6. august.


Les eisini: Torkil skal umboða Danmark