Torkil Veyhe heldur fram við at gera vart við seg. Í gjár luttók hann í donsku kappingini GP Horsens Posten, og her endaði føroyingurin ímillum teir fremstu.
Torkil kom við í eitt stórt útbrot, og hann sat við heilt til tríggir vóru eftir. Í spurtinum fóru hinir báðir tó frá honum, soleiðis at hann gjørdist nummar trý.
Ein annar súkklari av føroyskari ætt, Stefan Djurhuus, bleiv nummar sjey. Stefan er 27 ára gamal og súkklar við Riwal Platform Cycling Team.