Torkil bergtikin í talvi

Sætta Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd í vikuskiftinum á Oyrabakka. Heili 29 luttakarar høvdu leitað sær til eitt langt vikuskifti við talvi

Talv

 

Fyrr var ógvuliga vanligt, at talvkappingar vóru longri enn eitt vikuskifti, men slíkar kappingar finnast næstan ikki longur í nútímans resinum. Talvfelagið Rókur hevur tó hildið fast í at skipa árligu Rókur-Open frá hósdegi til sunnudag. Hóast hetta nú er ein av longstu kappingunum í Føroyum, vóru nógvir íðnir luttakarar við.

 

Torkil bergfastur

Torkil Nielsen hevur havt ein ómetaliga góðan endaspurt í Grand Prix kappingini. Á Oyrabakka gekk heldur ikki heilt av leið, tá hann endaði á einum fyrsta plássi millum Olaf Berg og Rógva Dragaberg. Torkil møtti Olafi í seinasta umfari, og ein sigur vildi givið Torkili leiðsluna í samlaðu støðuni í Grand Prix kappingini, um hini úrslitini gingu honum til vildar. Talvið endaði tó skjótt við javnleiki.

Rógvi Dragaberg hevði tá møguleikan at fara avstað við fyrsta plássinum einsamallur, men tók javnleik í vunnari støðu. Støðan hjá Rógva var tó ikki heilt vandaleys og við at taka javnleik, tryggjaði hann sær sín fyrsta sigur í Grand Prix høpi saman við Torkili og Olafi.

 

NM unglingarnir merktu kappingina

Nú bert ein vika er eftir til norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar, lótu teir ungu ikki møguleikan gleppa sær úr hendi at brína vitið til komandi vikuskifti. NM kappingin er kend fyri at vera ein beinhørð kapping, har mangur telvari er komin aftur við tómari skjáttu. Talvsamband Føroya hevði tí valt at leggja hesa kappingina vikuskiftið áðrenn NM fyri at fáa unglingarnar í so góða venjing sum gjørligt, áðrenn tað stóra slagið.

 

Oddastíðið harðnað

Munurin í oddinum í samlaðu kappingini er nú minkaður sera nógv. Av tí at Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen ikki luttóku í kappingini á Oyrabakka, fingu Torkil og Olaf fríar ræsur at taka seg inn á oddin, og tað gjørdu teir eisini.

Torkil tók seg fram um Finnbjørn, meðan Olaf liggur og lúrir á fjórða plássi. Havast skal í huga, at Olaf bert hevur telvað tríggjar kappingar, so ein sigur í næstu kapping kann geva honum fyrsta plássið í samlaðu støðuni.

Eftir átta kappingar verður finalan telvað. Síðan verður vinnarin funnin við at leggja úrslitini av seks teimum bestu kappingunum saman.

 

Komandi kapping í Havn

Sjeynda Grand Prix kappingin verður skipað sum ein vikuskiftiskapping og verður telvað 22. – 24. februar í Havnar Telvingarfelag. Telvað verða langtalv, og kappingin verður ratað.

 

Støðan eftir ætta umfar

Grand Prix 07/08

Ólavur Simonsen 20,8

Torkil Nielsen 19,3

Finnbjørn Vang 16,1

Olaf Berg 14,3

Rógvi Dragaberg 10,3

Carl Eli N. Samuelsen 10,0

Herluf Hansen 7,8

Martin Poulsen 4,5

Jógvan Joensen 4,5

Jón Andreasen 4,0

Rógvi E. Nielsen 3,5

Bogi Hansen 2,8

Vagn Heldarskarð 2,8

Andreas Andreasen 2,0

Jens Chr. Hansen 2,0

Terji Petersen 2,0

Jónfinn Thomsen 1,0

Hans K. Simonsen 1,0

Hjalti T. Jógvansson 1,0

Høgni E. Nielsen 1,0

Jaspur T. Gaard 0,5

Jón Gregersen 0,5