Súrepli liggja reyð og frísk á haldilshillini, men eru tey nú so góð? Soleiðis spyr Jákup Petersen, sum heldur vil hava grindalikkju. Tað er eftir hondini ikki gott at vita hvat tú kanst og skalt eta. Jákup Petersen sigur soleiðis í lesarabrævi:
?Soppaeitur sokallað pesticid verður brúkt í landbúnaði og restir av eitrinum er at finna serliga í korni, frukt og grønmeti. Til tíðir eru størri nøgdir at finna og kunnu tey verða til skaða fyri fólk.
Ofta sæst vaml og spýggja, men uppá longri sikt verður árin á immunsystemið, og mótstøðuevnini hjá fólki vikna. Hetta hevur so við sær, at vit lættari fáa brunar og krabbamein. Nýggjar kanningar vísa árin á børn, niðursett sáðdyggd hjá monnum, bróstkrabba hjá kvinnum, árin á nervalagið og livurskaðar.?
Jákup Petersen sigur víðari soleiðis um súrepli, grønmeti, kirsuber, ferskin og jarðber:
Súrepli
Upp til 25 ymisk pesticidir eru funnin á súreplum. Tey 5 mest vanligu eru klorpyrifos, thiabendasol, difenylamin, kaptan og carbendasim. Størri kanningar hava víst at 98% av øllum súreplum er í hvussu er dálkað við einum pesticidi.
Grønmeti:
Grønmeti hevur onga ?húð? so pesticidini verða sogin beinleiðis inn í vevnaðin. Summi fólk kunnu smækka pesticidini í grønmeti. Tað gerðst onki við at skola pesticidini burtur, tey eru heilt inni í vevnaðinum.
Kirsuber:
Yvir 90% av kirsuberum eru befongd við meir enn einum pesticidi
Ferskin:
Ferskin er helst tað mest dálkaða grønmetið. Millum 70 og 80% hava meir enn 3 pesticidir
Jarðber:
Jarber er næstan líka so dálkað sum ferskin. Tað eru góðkend meira enn 300 ymisk pesticidir til framleiðslu av jarðberum.
Væl gagnist ? Nei, gev mær heldur eina grindalykkju, er niðurstøðan hjá Jákupi Petersen.