Øll umsitingin hjá Tórshavnar kommunu skal flyta í gamla Saltsølubygningin á vestaru bryggju.
Hesar ætlanir vórðu lagdar fyri starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu á fundi fríggjadagin.
Starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu siga fyri in.fo, at tey vórðu kallað til fundar fríggjadagin, har borgarstjórin segði teimum, at ætlanir eru um, at umstigin skal flyta. Higartil hevur umsitingin verið savnað í miðbýnum í Havn. Fyri tveimum árum síðani keypti Tórshavnr kommuna bygnignin hjá BankNordik í miðbýnum, sum er umbygdur til at hýsa pørtum av umsitingini hjá býráðnum. Eisini húsast umsitingin á Káta Horninum, í gamla Posthúsbygninginum, á Meiarínum og á ráðhúsinum á Vaglinum.
Men sambært tí, sum starvsfólkini hava fingið upplýst, so er ætlanin, at øll í summar flyta út í gamla Saltsølubygningin, sum kommunan eigur og hevur umbygt fyri nógvar pengar. Sagt hevur verið, at bygningurin skal leigast út til vinnuna. Men hetta tykist vera broytt nú.
Tað hevur ljóðað, at Løgtingið skal keypa bankabygningin frá býráðnum at hýsa løgtingsumsitingini, soleiðis at politisku flokkarnir kunnu fáa flokshøli í gamla telefonbygninginum, sum nú hýsir løgtingsumsitingini. Politisku flokkarnir hava síni høli á gamla apoteki á Áarvegnum, men har eru umstøðurnar sera vánaligar.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Heðini Mortensen, borgarstjóra.










