Torgið royndarkoyrast við Leu Kampmann og Danny and the Veetos

- Í dag verður útikonsert við Leu Kampmann og Danny and the Veetos.

Seinastu tíðina hava handverkarar lagt tak oman á torgið millum Reinsaríið og Perluna í Tórsgøtu, í dag kl. 16 verður nýggja yvirdekkaða torgið tikið í nýtslu við ókeypis konsert.

Framførslur verða við Danny and the Veetos og Leu Kampmann verða og eisini siga borgarstjórin, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini nøkur orð.

Endamálið við at leggja tak yvir torgið er, at skapa eitt nýtt býarrúm, har mentanarlív og handilslív kann skipa fyri uttandurða tiltøkum, uttan at ræðast fyri, at veðrið órógvar tiltakið.

Ætlanin er at skipa fyri konsertum hvønn fríggjadag alt summarið, og annars at onnur í býnum kunnu nýta tað til tiltøk.