Torgið, handilsstaðið í Suðuroynni

Suðuroyggin hevur fingið ein nýmótans handilsbygning, ið stendur mát við øll tey krøv, ið kundin setir í dag. Torgið í Vági er bygt til endamálið, og eigararnir meta, at tað hevur eydnast at livað upp til málsetningin; Torgið, handilsstaðið í Suðuroy

Tann 14. juni í ár fóru dyrnar alment upp á fyrsta sinni, og Torgið var veruleiki. Tað eru Rakul og Arni Brattaberg, ið eiga og reka Torgið, ið er stór lon, ið hýsir fleiri handlum. Har eru handlarnir Zone, Sirri/Kansas, Klædnabúðin, Matvøruhandilin/Samkeyp og Kioskin, og umframt er stórt torg til tiltøk á teimum 1200 fermetrunum.


Handlarnir

Sjálvi lýsa eigararnir handlarnir soleiðis:


Klædnabúðin

Eitt ungt par úr Hvalba eigur og rekur mótahandilin. Tey hava serliga lagt seg eftir at selja klæðir av merkinum Blend, Bertoni, Etui, men onnur merki eru eisini at fáa bæði til hann og hennara. Eisini hava tey skógvar og prýðislutir, sum kunnu nýtast saman við mótaklæðunum. Her fáast klæðini bæði til veitsluna og gerandisdagin.


Zone

Tann einasta Zone koncept handilin í Føroyum, hava vit í Suðuroy. Ein stórur og snotuligur gávu handil, sum hevur gávuna til øll rúmini í húsinum. Vit hava eitt sera breitt úrval av øllum tí, sum skal nýtast í gerandisdegnum til ein sera rímiligan pening. Hava tit brúk fyri einari gávu til hann, hennara ella okkurt til tín sjálvs, vitja so okkara Zone handil, snið til tín gerandisdag.


Kansas/Sirri

Í vestara enda á 2. hædd hava vit ein handil, sum selur tey slitsterku Kansas arbeiðsklæðini, og tey sermerktu Sirri pløggini. Kansas hevur øll arbeiðisklæðir, ein handverkari hevur brúk fyri, so sum buksur, skjúrtur, jakkar, oljuklæðir o.a.

Sirri klæðini eru sermerkt við teirra slitstyrki og vatnavvísandi megi, við tað, at tey eru framleidd úr Føroyskari ull. Sirri fylgir mótanum og hevur júst gjørt fleiri nýggj snið.


Kiosk/Cafe

Í kioskini hava vit nýbakaði morgunbreyð frá Bakaríinum Breyðkassanum. Haraftrat hava vit eitt breitt úrval av kioskvørum, kúluísum, bommum í leys vekt og DVD filmum. Eisini hava vit føroysk bløð, og í næstum fara vit at selja donsk bløð. Vit selja frískt bryggjað kaffi aftur við einari køku, smurt rundstykki, ella sjokulátu.



Samkeyp

Okkara stóri matvøru handil er, sambært okkara kundum, tann snotuligasti handilin í Suðuroy, og er á hædd við aðrar líknandi handlar norðanfjørðs. Vit eru limir í Samkeyp ketuni, og sjálvandi hava vit eisini tey góðu tilboðini frá Samkeyp. Vit stremba altíð eftir, at kundin kennir seg væl, tá hann keypir frá okkum. Vit hava eitt breitt úrval av øllum gerandisvørum, kølivørum, frukt og feskum døgurðamati. Vit eru kappingarfør í prísi við hinar stóru handlarnir í Suðuroy. Sambært eini prískanning kostað 29 vørur frá okkum kr. 454, meðan tær kostað kr. 402, kr. 452, kr. 457, kr. 525 frá hinum handlunum í Suðuroy. Sum nakað heilt nýtt hava vit eina SMS skipan, sum kundar ókeypis kunnu teknað seg til. Við SMS skipanini kunnu kundar fáa eitt SMS boð um serlig tiltøk, sum verða á Torginum og sjálvandi serstøk tilboð, sum bert verða lýst við SMS boðum. Øll kunnu blíva SMS kundar, við at koma inn í handilin ella senda eini SMS boð, við navni, føðingardegi og sjálvandi fartelefon nr. á fart. 214906 ella Email: brattin@olivant.fo


Torgið

Á Torginum hava vitjandi møguleika at seta seg niður at práta við einum kaffi munni ella bara stytta sær um stundir við einum kúlu ísi. Á Torginum hava vit skipa fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú mótasýning, sølu torg og tónleika framførslu. Vit hava ætlanir um at skipa fyri uppaftur fleiri tiltøkum á Torginum bæði fyri børnum og vaksnum.


Jól í hondum

Nú jólini nærkast, eru tey farin undir at prýða Torgið. Ætlanin er eisini at hava eina jólabúð, ið hevur ymiska jólavøru at selja.