Torgerð Suðuroy 60 ár

20. oktober fyllir Torgerð Suðuroy í Vági 60 ár.

Hjá foreldrunum Esther og Einari vaks hon upp á Kikslið í Vági. Hon royndi seg innan ymsar vinnuvegir í ungdómsárunum, arbeiddi fisk og var í húsplássi.
 
Niðri í Danmark royndi hon eisini sínar veingir. Í 1966 fór hon sjálv onnur í Kibutz í Ísrael. Hetta var ikki so vanligt tá og harafturat vóru hetta jú ófriðaligar tíðir har á leiðini.
 
Torgerð hevur alla sína tíð verið sera virkin, har hon hevur verið, og í Vági hevur hon tikið mong tøk og verið við til at sett ferð á so mangt.
 
Hon hevði grill-bar í Vági og kiosk. Handlar hevði hon í mong ár, ikki bert í Vági, men kring landið,  í Havn og í Runavík.
 
Kreativ er hon og í áttatiárunum fór hon undir gull og silvurverksmiðju. Hon gjørdi bart; Setti ein svein í starv og fór so í læru á egnum verkstað. Og innan hetta yrki er hon í dag kend og vird.
Tær nevndir og tey feløg, ið hava notið gott av stóru arbeiðsorku hennara, eru ikki so fá. Hon var í fremstu røð, tá sjónvarpsfelag varð sett á stovn í Vági og stóð , saman við øðrum, fyri at leggja skrá og  senda. Hon var í fremstu røð í Kvøldhugna, har so mong hugnakvøld gjørdust ógloymandi. Hon hevur verið, og er,  oddafiskur í sjónleikarafelagnum í Vági og mangur leikur hevur millum ár og dag verið settur upp. Og felagið hevur verið manga ferð við leikum kring Suðuroynna og eisini norðanfjørðs.
 
Torgerð er nevndarlimur í Vágs Matmøðrafelag, ið hevur verið sera virkið. Felagið keypti hús miðskeiðis í áttatiárunum og nakað seinni fór felagið undir at reka Suðuroyar Heimavirkið, ið er fjølbroyttur handil, sum í dag heldur til í nýggjum, stásiligum húsum. Vágs matmøðrafelag átti eisini sín lut, tá eldrasambýli varð bygt í Vági og Torgerð er limur i nevndini fyri býlið, umboðandi Matmøðrafelagið.
 
Torgerð hevur í mong ár verið virkin, tá pensjónistarnir hava hugnaløtur og hevur hon fyrireikað og undirhildið fyri teimum. Og júst sum undirhaldari hevur hon í mong ár staðið á palli og hevur gjørt manga løtu skemtiliga.
 
Nóg mikið kundi verið at trivið í um tey farnu ár, tí lívsvirkið hevur verið fjøllbroytt. Hon hevur roynt seg á so mongum økjum og hevur ikki verið, og er ikki, bangin fyri at taka við nýggjum avbjóðingum.
 
Torgerð og Harry eiga 3 børn; Djonu, Esther og Aslaug. Og ommu og abbabørnini eru eisini 3; Brandur, Harry og Torgerð.
 
Dagurin verður hildin í VB-húsinum.