Torført at sleppa undan forkølilsi

Hóast tey fæstu sleppa undan forkølilsi, so eru kortini fleiri góð ráð, ið kunnu hjálpa

Tað er hesa tíðina á árinum, at vit hosta, njósa, fáa febur og eru illa fyri. Men hví blíva vit forkølað, og hvussu kanst tú sleppa undan at fáa forkølilsi?

 

Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag greiddi Sølvi Winther Olsen, fyrrverandi kommunulækni, frá, hví vit gerast forkølað og hvussu vit á besta hátt kunnu royna at sleppa undan at gerast sjúk.

 

- Tað er torført at sleppa undan forkølilsi. Summi fólk eru altíð sjúk, meðan onnur bert eru forkølað sjáldan. Orsøkirnar til, at vit blíva forkølað hesa tíðina á árinum, eru fleiri. Eitt nú mangla vit sólarljós, hava kanska svøvnmangul og halda okkum nógv inni í húsum, sum eru alt ov turr, sigur Sølvi Winther Olsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Sølva Winther Olsen, har hann eisini gevur góð ráð, um hvussu tú sum skjótast kemur fyri teg aftur, um tú ert sjúkur.