Klaksvíkingar rigga seg til at fara undir fjørðin og seinnapartin spæla grannauppgerð í Sarpugerði ímóti Víkingi. Hetta er fyrsta av trimum avbjóðingum á rað á útivølli, eftir at tað fyri viku síðani endaði við 2-0 tapi á heimavølli ímóti HB. Vitjanirnar næstu vikurnar vera hjá Víkingi í dag og so hjá B36 og ÍF.
Í Klaksvík endaði tað í fjør við sætta plássi. Nú verður vónað, at tað skal eydnast betri. Væl skipað og trygt verjuspæl skulu vera grundarlagið. Tí kennist tað harmuligt, at kiks í verjuspælinum kostaðu tvey stig á Tvøroyri, og at tað aftur vóru stór mistøk at síggja í verjupartinum í 2-0 tapinum ímóti HB.
- Hetta kostar serliga nógv, tá ið vit ikki megna at fáa úrtøku burturúr málmøguleikum. Ímóti HB var avrikið ikki gott í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var tað munandi betri, og vit taka hugburðin frá 2. hálvleiki við okkum ímóti Víkingi, men tað er týdningarmikið, at vit verða væl neyvari, enn vit vóru sunnudagin, sigur Hjalgrím Elttør hjá KÍ.
Næstu vikurnar eru avbjóðingarnar hjá KÍ stórar. Úrtøkan tríggjar tær næstu ferðirnar fer at hava stóran týdning fyri, um tað skal eydnast at lyfta liðið fram ímóti heiðursmerkjaplássunum.
Heðin á Lakjuni er burturstaddur, Evrard Blé er skaddur, og Atli Danielsen er ivasamur.
Í Sarpugerði iðra teir seg illa um, at tað ikki eydnaðist at vinna á Argjum fyri viku síðani:
-Vit høvdu møguleikar at vinna øll stigini, men tað er ikki annað at gera enn at byrja av nýggjum, nú tá ið KÍ kemur at vitja. Á heimavølli eiga vit at vinna fulla úrtøku, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Einasti Víkinga spælarin, sum ikki er tøkur, er Bárður J. Hansen, sum ikki verður við næsta mánaðin ella so.
Í fjør var tað heilt soltið hjá Víkingi í fyrstu umførunum, og tá eydnaðist tað ongantíð at vinna inn aftur á toppliðini. Í ár hava tríggir javnleikir ikki kostað so nógv, men nú tykist verða longri millum javnleikirnar.
Í dag fær Víkingur fyri tíggjundu ferð vitjan av KÍ, síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008. Fýra ferðir hevur úrslitið verið javnleikur – eitt nú 1-1 í fjør – fýra ferðir hevur Víkingur vunnið, og einasti KÍ sigurin var í 2012 (1-0).
Víkingur-KÍ: Eiler Rasmussen klokkan 15.00.