Torføra valið hjá Klæminti Olsen

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Valið stendur ímillum at byrja inni ímóti Finnlandi, ella verða til staðar, tá konan skal eiga

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint Olsen aftaná dystin ímóti Norðurírlandi.

 

Klæmint Olsen kann, sum fótbóltsspælari fáa dreyman útfyltan at byrja inni í einum landsdysti á fyrsta sinni nakrantíð í Helsinki í Finnlandi mánakvøldið. Men ein persónlig stórhending, sum er á breddanum ger, at tað kann gerast av ongum at byrja inni í føroyska álopinum, nú Jóan Símun Edmundsson hevur leikbann.

 

Kona Klæmint er sett at eiga, og er farin útum tíðina, og fara Klæmint og konan nú at finna útav, um tað verður á einum øðrum sinni, at Klæmint byrjar inni fyri føroyska A-landsliðið.