Julian Johansen boðaði mánadagin alment frá, at hann gevst sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, eftir hetta kappingarárið. Hann ynskir ein steðg frá hondbóltsvenjing og heldur, at trý ár í sama felagið við somu manning er nokk – hóast liðið júst hevur vunnið steypakappingina.
(Brot úr grein í MikudagsSosialinum 21. feburar)
Hann er bara 27 ára gamal og tað er ungt fyri ein venjara í bestu deildini. Tað merkir eisini, at summir av spælarunum eru vinir, kenningar og fyrrverandi liðfelagir. Tað merkist til tíðir.
- Til tíðir hevur tað verið verið torført. Millum annað eri eg venjari hjá spælarum, sum eru vinmenn og fyrrverandi viðspælarar. Slíkir kampar taka hart upp á, so nú er tíðin komin fyri at teir sleppa at royna okkurt nýtt. Eg hevði eisini verið svakur av at hoyrt upp á meg sjálvan í trý ár, sigur ein moyrur Julian Johansen, eftir at Kyndil leygardagin vann steypafinaluna.
Hann hevur verið venjari í fýra ár upp í slag nú. Eitt hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum og trý ár sum venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, har hann spældi áðrenn. Tí heldur hann fyri, at ein steðgur er kærkomin, nú familjan eisini økist í næstum, men hann hevur ikki verið venjari á seinasta sinni.
- Eg havi verið venjari í fýra ár upp í slag og spælt frammanundan. Nú ger einki, um eg fái frí í eitt ár. Eg taki venjaraútbúgvin í løtuni og hetta er bara ein steðgur. Vónandi er hetta ikki seinastu ferð, at eg eri venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, men tað verður ikki fyrr enn onnur ættarlið taka við á vøllinum, sigur Julian Johansen.









