Torført at taka Blik

Við teirra fjórða sigri á rað hevur Blikur av Argjum av sonnum lagt kós móti føroyameistaraheitinum. Og hóast kappingin er hørð millum manningarnar, so letur tað til at vera serstakliga torført hjá hinum manningunum at taka Blik. Hann er í øllum førum endaður fremstur fýra teir seinastu róðrarnar.
Róðurin á Fjarðastevnu var annars rættuliga spennandi, tí bæði Spógvin og Havfrúgvin góvu Bliki ein skarpan gang.
Spógvin, sum ikki hevur vunnið síðani á Norðoyastevnu, var fremstur ein part av málinum, men argjadreingir komu aftur, tá málið var hálvrógvið.
Spenningurin var varðveittur gjøgnum allan róðurin, og svaraðu manningarnar væl aftur til hvørja aðra, tá hinar spentu meira í.
Hóast Spógvin gjørdi ein vørr í endaspurtinum, var tað ov seint, og máttu teir tí taka til takka við einum øðrum plássi enn einaferð.
Føroyameistarakappingin hjá fimm mannaførunum er nærum avgjørd, tí Blikur liggur langt fremst. Hetta er ein av teimum kappingunum, har spenningurin um meistaraskapin er farin. Men eftir stendur framvegis spenningurin um teir báðar komandi róðrarnar, sum eru eftir, áðrenn kappingarárið 2004 er av.

1    Blikur        05.40.01    
2    Havfrúgvin        05.41.05    
3    Spógvin        05.42.09    
4    Tekla        05.45.06    
5    Fípan Fagra        05.46.03    
6    Firvaldur        05.47.21    
7    Tjaldrið        05.55.14    1G
8    Kollur        05.55.16    
9    Svanur        05.56.03    
10    Royndin Fríða    05.58.12    
11    Sílið        06.04.18    
12    Drekin        06.12.00