AB er tryggjað í deildini, og hetta metir John Petersen, annar av venjarunum hjá AB, hava við sær, at leikararnir taka ov lætt upp á tingini.
- Tú kanst siga, at tað er torført at seta leikararnar upp. Vit høvdu ein stima, sum bjargaði okkum endaliga, og tí kann tað vera, at spælararnir slappa ov nógv av. Men spælararnir eru eisini greiðir yvir, at hetta ikki skal vera myndin av AB gjøgnum árið, segði John Petersen.
Hann staðfestir eisini, at EB/Streymur var nógv tað betra liðið í gjár.
- Kvaliteturin í øllum vit gera er lægri enn hann eigur at vera. Men tað spælir eisini við, at Aristide ikki er við í dag, tí tað skapar eitt sindur av órógvi í miðverjuni. Men tað eigur ikki at gera munin til 3-0, staðfestir John Petersen.