Millum annað var Sandoyar Meginskúli ikki læraramannaður fyrr enn í síðstu løtu, og tað seinasta starvið varð ikki sett fyrr enn nakrar fáar dagar undan fyrsta skúladegi, sigur útvarpið og vísir til eina kanning hjá Skúlablaðnum. Í Mentamálaráðnum ætla tey at geva lærarunum størri møguleika at arbeiða yvir næsta skúlaár, tí tá fáa fyrsti, annar og triði flokkur aftur fleiri tímar.