Av tí, at útbúgvingin til politist er blivin til ein bachelor útbúgving, eru krøvini nú herd fyri upptøku. Útbúgvingin sum politistur er nýliga blivin umløgd til eina bacholor-útbúgving, og í hesum sambandi eru upptøkukrøvini til bókliga førleikan hjá umsøkjarunum herd.
Hetta merkir, at umsøkjarar til politiið nú skulu hava eina miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving á sama støði. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni www.politi.fo.
Umsóknir til starv sum politistur kunnu sendast inn alt árið, og tí fer framyvir ikki at verða lýst eftir politistaevnum.
Politiið í Føroyum hevur fingið tilluta nøkur pláss á politiskúlanum í heyst, og umsóknir til hesi størv skulu verða politinum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2010.










