Hóast mótstøðan hjá EB/Streymi ikki ljóðar av nógvum, so sannlíkt at FK Qarabag er eitt sera sterkt lið eftir føroyskum mátistokki. Søgan er ikki rík og liðið hevur bara vunnið eitt meistaraheiti, men seinastu tvey árini hevur liðið tikið seg nógv fram.
FK Qarabag úr Agdam í Aserbadjan ljóðar ikki av nógvum, men gongdin í Evropa seinastu tvey árini benda á, at nógv er broytt. Felagið hevur bara vunnið eitt meistaraheiti í Aserbadjan, síðani kapping var umskipað í 1992. Tað var í 1993. Men í 2008 bleiv liðið úr Agdam kollvelt, tá fyrrverandi stórspælarin í Aserbadjan, Gurban Gurbanov, tók við starvinum sum venjari.
FK Qarabag vinnur meistaraheitið
Í 1992 verður besta deildin í Aserbadjan umskipað, soleiðis at feløgini fáa størri ávirkan. Síðani tá hevur FK Qarabag vunnið meistaraheitið eina ferð. Kappingin var skipað soleiðis, at talan var um finalu í landskappingini. FK Qarabag vann finaluna 1-0 á Khazar Sumgait.
Síðani tá hevur tað ikki eydnast teimum at enda á ovastu rók í landskappingini. Nærmast kom felagið í 1996-97, tá liðið endaði á øðrum plássi, trý stig aftanfyri nummar eitt.
Umframt einsamalla meistaraheitið, so hevur felagið eisini vunnið steypakappingina tríggjar ferðir. Í 1993, 2005-06 og í 2008-09.
Fíggjarlig bjargin í 2001 og kollvelting í 2008
Liðið tók í 1996 lut í evropskum fótbólti á fyrsta sinni. Fyrstu árini gekk illa og liðið tapti samanlagt stórt fyri liðnum sum FCK, sum vann 10-0 samanlagt í 1998-99. Felagið kemur um hetta mundið í fíggjarlagt óføri, men verður bjargað í 2001 av eini Holding fyritøku.
Í 2008 verður fyrrverandi stórleikarin hjá Aserbadjan, Gurban Gurbanov, settur sum venjari. Hann fær skil á liðið, sum vinnur steypakappingina. Árið eftir kemur liðið í fjórða umfar í Europa League. Teir vinna á norska Rosenborg, finska FC Honka, áðrenn teir tapa samanlagt móti Twente úr Hollandi.
Í fjør gekk eins væl og liðið kom aftur til fjórða umfar, har teir taptu samanlagt móti týska Borussia Dortmund. Á vegnum vunnu teir millum annað á polska stórliðnum, Wisla Krakow. Í ár er liðið komið í annað umfar við at vinna greitt á litaviska Banga Gargzdai.
Bronsa í fjør
FK Qarabag bleiv í fjør nummar trý í heimligu kappingini. Toppskorari í deildini var FK Qarabag framherjin, Giorgi Adamia, við 18 málum. 30 ára gamli framherjin er úr Georgia og er tann útlendski leikarin, ið hevur spælt flestar dystir í Aserbadjan.
Annars kann nevnast, at leikvøllurin hjá teimum eitur Guzanli Olympic Complex Stadium og hevur pláss fyri áleið 4.300 áskoðarum. Miðaltalið til ein dyst í Aserbadjan er í ár komið upp um 2.000, fyri fyrstu ferð síðani kappingin í 1992 bleiv umskipað. FK Qarabag seldi í januar 2010 Vagif Javadov til FC Twenti í Hollandi fyri yvir 10 milliónir krónur. Tað er tað mesta nakað felag í Aserbadjan hevur móttikið fyri ein leikara.
FK Qarabag favorittur
UEFA metur Vodafonedeildina verða 51. bestu, ella triðringastu landskappingina í Evropa. Vit eru bara frammanfyri Andorra og San Marino. Heimliga kappingin í Aserbadjan er nummar 37 á listanum hjá UEFA. Eitt frammanfyri fyri kappingina í Slovenia. Í landsliðsfótbólti eru teir ikki seedaðir nógv betri enn vit. Teir eru nummar 112 á FIFA listanum, meðan Føroyar eru á einum 114. plássi. Hevði talan verið um landsdyst hevði tí verið torført at gjørt annað liðið til stórfavoritt, men tað tykist greitt, at FK Qarabag er eitt væl sterkari lið enn EB/Streymur.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19:00 og verður leiktur á ovaravølli í Gundadali.
Faktaboks:
FK Qarabag:
Meistaraheiti: 1993
Steypakappingar: 1993, 2005-06 og 2008-09
Leikvøllur: Guzanli Olympic Complex Stadium (4.300 áskoðarar)
Venjari: Gurban Gurbanov