Fleiri broytingar eru gjørdar á føroyska liðnum, sum í kvøld er at spæla ímóti Liktinstein, tá ið sammett verður við liðið, sum fríggjakvøldið tapti 1-0 ímóti Íslandi.
Tórður Thomsen, málverjin hjá NSÍ, fer í kvøld at verja føroyska málið. Tórður hevur einaferð áður vart føroyska málið. Tað var í vinardysti á útivølli ímóti Gibraltar fyri sjey árum síðani. Føroyar vunnu fyrsta mars 4-1, og beinanvegin eftir steðgin avloysti Tórður Thomsen Teit Matras Gestsson millum stólparnar.
Hørður H. Askham verður í miðverjuni, har hann avloysir Odmar Færø. Hørður hevur einaferð áður verið á landsliðnum. Tað var í EM undankappingardysti á heimavølli fyri tveimum árum síðani ímóti Svøríki, sum á Tórsvølli 5. september í 2019 vann 4-0. Hørður H. Askham var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Klæmint A. Olsen verður fremsti maður, meðan Jóan Símun Edmundsson verður framrættaður í høgra borði.
Heðin Hansen verður á sentrala miðvøllinum saman við Brandi Hendriksson Olsen, meðan Hallur Hansson verður á beinkinum. Sølvi Vatnhamar, sum í kvøld er á landsliðnum fyri 50. ferð, er saman við teimum á sentrala miðvøllinum.
27 ára gamli Heðin Hansen hevur áður spælt fýra landsdystir. Tað var í fjør, tá ið hann tvær ferðir var á liðnum í Nations League kappingini og tvær ferðir í vinardystum.
Føroyar - Liktinstein kl. 19.45
Dómari: Ívar Orri Kristjánsson úr Íslandi
Føroyar: Tórður Thomsen – Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Jóan Símum Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Brandur Hendriksson Olsene, Meinhard Olsen – Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Mattias Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson, Alex Mellemgaard, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, Bjarni Petersen, Jákup Johansen og Andreas Lava Olsen.
Venjari: Håkan Ericson










