Tórður: Túsund tankar fóru gjøgnum høvdið

(Sjónbandabrot) Hvat mundi Tórður Thomsen hugsa fyri sær, tá hann tilvitað tók bóltin uttanfyri brotsteigin í dystinum móti AB? Her greiðir málverjin sjálvur frá støðuni, sum endaði við at kosta B36 í minsta lagi eitt stig.

 

B36 tapti sunnudagin 3-2 fyri AB á Argjum í Effo-deildini. B36 kom á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn AB svaraði aftur og javnaði til 2-2. Vanliga spælitíðin var farin, tá  Tórður Thomsen brádliga kom at standa lilla fyri uttanfyri egnan brotsteig.

 

Tað endar við, at málverjin tilvita tveitur seg niður eftir bóltinum og ger fríspark, sum gevur beinleiðis reytt kort. Her greiðir Tórður Thomsen sjálvur frá hendingini.

 

-       Vit eru á veg frameftir og missa bóltin í uppspælinum. Eg komi at standa upp á millum hond. Tað ger, at eg royni at koma í millum í staðinfyri at bakka. Tá tað ikki eydnast, so fara túsund tankar í gjøgnum høvdið á mær, greiðir Tórður frá.

 

-       Tað endar so við, at eg taki bóltin, tí eg ikki vildi at teir skuldu fáa ein so óuppibornan sigur, leggur Tórður afturat.

 

B36 hevur stutt frammanundan brúkt triðju og seinastu útskiftingina. Tí má landsliðsmiðvallarin og frísparkssnillingurin, Súni Olsen í mál. Tíverri fyri Tórð, Súna og B36, so hevur AB í Dion Splidt eisini ein frísparkssnilling. Dion Sendi frísparkið í málið til 3-2.

 

-       Hevði eg vita, at Súni, okkara 5. málmaður, ikki dugur at blakað seg til sína høgru, so hevði eg nokk ikki tikið bóltin, staðfestur ein argur og vónbrotin Tórður Thomsen, sum nú hevur leikbann til komandi dyst.

 

 

Til ber at síggja sjónandabrotið við samandráttinum frá dystinum millum AB og B36 við at trýsta HER (Hendingin kemur eftir sjey og ein hálvan minutt inni í sjónbandabrotinum)