Tórður Thomsen steðgar í B36

Málmaðurin hjá FM-vinnarunum skiftir felag og avloysarin stendur klárur

- Tað hevur ikki eydnast okkum at leingja sáttmálan við Tórð Thomsen, sum nú fer at roynaseg aðrastaðni


Tað eru greiðu boðini frá B36, nú tað er vist, at málmaðurin, Tórður Thomsen, ikki heldur fram hjá B36.


Les eisini: Tríggir kríggjast um Tórð Thomsen


Tað er tó ikki við einum góðum vilja, at B36 nú letur málmannin fara.


- Vit vilja tó sláa fast, at hetta verður ikki gjørt fyri ein og hvønn prís. Vit hava roynt at funnið eina semju við Tórð um nýggjan sáttmála, men hetta hevur ikki eydnast, skrivar B36 á teirra heimasíðu og leggja aftrat.


- Takk fyri trý framúr ár, Tórður, og framhaldandi góða eydnu, skrivar felagið at enda.


Tórður Thomsen hevur vart málið hjá B36 síðani 2013. Áðrenn hann skrivaði sáttmála við B36, hevði hann umboðað eina langa røð av feløgum, harímillum AB, ÍF, B68, HB og NSÍ.


In.fo skrivaði í gjár, at tað vóru, umframt B36, tvey onnur feløg, ið kappast um undirskriftina hjá Tórða Thomsen, nevniliga KÍ og NSÍ.

Um Tórður skiftur til KÍ, so verður KÍ tað sjeynda liðið í føroyskum fótbólti, ið hann umboðar.