Tað kom illa við hjá B36, tá Tórður Thomsen í fyrra hálvleiki bleiv skaddur og mátti skiftast út. Tórður hevur verið millum bestu spælararnar hjá B36 í ár, men enn er óvist hvussu leingi Tórður verður skaddur.
Les eisini: Beinleiðis frá 11. umfari
- AB koma ígjøgnum í okkara vinstru síðu. Jónas Stenberg fintar og eg síggi, at bólturin liggur eitt sindur leysur og royni at koma út eftir honum, men eg fái hann ikki. Tá eg so skal skunda mær í málið aftur, so stendur fóturin fastur í millum lørini hjá Jónasi, og eg stóð fastur og nærmast beklaði, sigur Tórður Thomsen.
Tað er ikki bara í fótinum, at Tórður hevur ilt.
- Skaðin er í knænum og í fótliðinum, men tað var fóturin, sum gjørdi, at eg ikki fekk spælt víðari, greiðir Tórður Thomsen frá.
Í hansara skað kom Jákup Højgaard. Enn er ikki greitt hvussu álvarsligur skaðin hjá málverjanum er.
- Eg havi ikki verið hjá fysioterapeuti enn, men vónandi verður tað ikki um alt ov leingi, sigur Tórður Thomsen.
Dysturin millum B36 og AB endaði við javnleiki 1-1. Av tí at HB somuleiðis spældi javnt, so er B36 framvegis oddalið í Effo-deildini.