Tordur spyr um fígging til ítróttarhallir

Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Miðflokkkin, undrast á, at landsstýrissamgongan ætlar at byggja eina ítróttarhøll í Sandoynni, og at landið skal fíggja alla byggingina. Í viðmerkingum til fyrispurning, sum hann hevur sett Helenu Dm á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, sigur Tordur Niclasen, at flestu ítróttarhallir eru bygdar við einum ávísum stuðuli frá landinum. Tó eru undantøk, har kommunan hevur fíggjað alla verkætlanina, eitt nú Eiðis kommuna.

-Ein meginregla í einum fólkaræði er, at allir borgarar verða stillaðir líka fyri lógini, og tí reisir henda broytta mannagongd landsstýrisins mangar grundleggjandi spurningar ? eisini hvat framtíðar bygging av ítróttahallum aðrastaðni í landinum viðvíkur, og somuleiðis hvat endurgjaldið til kommunur, ið hava bygt ítróttahallir, viðvíkur, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum og leggur afturat:

-Hetta er ein staðfesting av, at landsstýrið hevur broytt mannagongd, hvat fígging av hallum viðvíkur.

-Tí vil Tordur Niclasen hava at vita, hví landsstýrið hevur broytt mannagongd, hvat fígging av ítróttarhallum viðvíkur, um tann broytta mannagongdin fer at galda framtíðar bygging av hallum aðrastaðni í landinum, og um kommunur, sum hava bygt hallir, nú kunnu fáa heilt ella partvíst endurgjald fyri kostnaðin.