Tórður Mikkelsen fer í Sjónvarpið

Ein av teimum kendu útvarpsrøddunum fer í heyst at hoyrast í Sjónvarpinum. Í staðin fyri at vekja fólk við Góðan morgun Føroyar, verður tað nú helst til góða nátt

Vælkenda røddin á Tórði Mikkelsen fer at mangla, tá Útvarpið í vetur fer at ynskja føroyingum góðan morgun.

Eftir at hava starvast í níggju ár í Útvarpinum, skiftir Tórður Mikkelsen nú hest og fer í Sjónvarpið.

»Fyribils verður tað við farloyvi úr Útvarpinum,« sigur hann við Sosialin.

Tað er soleiðis, at tá ein hevur verið í níggju ár á sama arbeiðsplássi, er tað gott við einum skifti, heldur Tórður Mikkelsen.

Tað er nú ikki tað, sigur Tórður Mikkelsen, at hann hevur kent seg útbrendan. Men óttin fyri at stagnera liggur alla tíðina í huganum, so best er helst at skifta, meðan ein sjálvur finnur dyrnar.


Góðan morgun Tórður

Tórður Mikkelsen er líkasum vorðin ein ímynd av morgunsendingini í Útvarpinum.

Sjey av teimum átta árununum, Góðan morgun Føroyar hevur verið send, hevur Tórður verið við.

Tórður Mikkelsen er kendur fyri at vera ágýtin tíðindamaður. Fólk, sum kenna hann, vita, at hann altíð gongur við eini tasku um herðarnar. Í taskuni eru bandupptakari og mikrofon.

Og taskan við mikrofonini hevur verið hent, til sendingarnar Góðan morgun Føroyar.

Onkur søga gongur um Tórða og mikrofonina, hann altíð er at síggja við. Tað eru tey, sum halda uppá, at hann eisini svevur við henni. Hesa søguna avsannar konan kortini. Men um hann verður minni bundin av arbeiðinum nú, myndir koma afturat, ivast hon í.

Tórður Mikkelsen sigur, at Útvarpið er ein miðil, sum hevur passað honum væl at arbeitt við.

Har er lætt at koma til innsløg, og skjótt at senda. Júst við at ganga við taskuni um herðarnar.

»Tú passar teg sjálvan, so at siga. Er okkurt at fáa, tekur tú tað beinanvegin.«


Sjónvarpið ørðvísi

Sjónvarpið verður øðrvísi, heldur hann. Hann væntar, at tað verður tyngri at arbeiða, soleiðis at skilja, at í sjónvarpinum skal meira og tyngri útgerð til, umframt at fleiri fólk skulu til at gera eitt innslag.

Men her væntar komandi stjóri hansara, kortini, at tað fer at ganga tann vegin, at útgerðin verður alt lættari. Og sostatt kann henda, at tíðindamaðurin í framtíðini eisini fer at ganga við einum løttum myndatóli og taka sínar egnu myndir.

Hetta, at sleppa at arbeiða í Sjónvarpinum, er als einki gamalt ynski, Tórður Mikkelsen hevur gingið við. Men nú møguleikin var har, helt hann, at hann skuldi royna.

Tórður Mikkelsen kemur í staðin fyri Niklas Johannesen, sum hevur sagt seg úr starvinum í Sjónvarpinum, tí hann er farin at lesa tónleik á guitarskúla í London.