Tordur J. Niclasen fremstur á Eiði

Kommunuvalið

Ikki færri enn fimm listar bjóðaðu seg fram til valið í Eiðis kommunu hesaferð. Av hesum fingu fýra listar umboðan í bygdaráðnum. Listi D stóð seg best við 151 atkvøðum og trimum umboðum, sum eru: Tordur J. Niclasen (69), Rólant Poulsen (31) og Anna Maria Poulsen (17).
Listi E fekk næstflestar atkvøður, nevniliga 133, sum gav tvey umboð í bygdaráðið: Jóhan K. Joensen (35) og Anfinn Kruse (29).
Listi A, sum fekk 71 atkvøður og listi C, sum fekk 60 atkvøður, fingu hvør sítt umboð: Tey eru ávikavist: Tom Joensen (A, 19) og Jógvan Kallsoy Mørkøre (C, 32).
Nevnast kann, at Tordur J. Niclasen, sum hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu seinastu árini, á kommunuvalinum undan hesum fekk 53 atkvøður móti teimum 69, sum hann fekk á valinum hesaferð.