B36 er eitt av fleiri føroyskum fótbóltsfeløgum, sum hevur ársveitslu í kvøld. Har hava viðhaldsfólkini valt ársins spælara hjá monnum og kvinnum, umframt ársins stjørnuskot hjá monnum og kvinnum.
Hjá monnum bleiv málverjin Tórður Thomsen ársins spælari. Ársins stjørnuskot hjá monnunum bleiv miðverjin, Hørður Askham. Hann hevur í ár vunnið sær fast pláss í miðverjuni á bæði B36 og U21 landsliðnum.
Hjá kvinnum hava viðhaldsfólkini hjá B36 valt Bjartu Johansen sum ársins spælara, meðan Elisabeth Vang er kosin til ársins stjørnuskot hjá kvinnunum.