Føroyameistarakapping í bridge fyri blandað pør var um vikuskiftið í Bridgehúsinum í Havn.
Maður og kona eiga ikki at spæla bridge saman, tí so fylgir trætan um kleyvar frúgv við inn í sovikamarið ? verður sagt.
Men leygardagin vístu Tordis Johannesen og Danny Danielsen, at eitt par uttan fyri bridgeborðið eisini kann klára seg væl við borðið.
Í FM kappingini fyri pør blandað ? ein maður og ein kvinna á hvørjum pari ? vunnu Tordis Johannesen og Danny Danielsen ein greiðan sigur.
10 pør vóru við i kappingini og spøld vóru 45 spøl.
Trý tey bestu:
1. Tordis Johannesen ? Danny Danielsen +22
2. Eva Sarita Berg ? Eyðun Jakobsen +12
3. Anna Paulina Olsen ? Heðin Mouritsen +9