Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er farin í summarfrí. Tórbjørn Jacobsen er næstformaður í býráðnum, og nú verður tað hann, sum fer at sita í borgarstjóra sessinum fram til 14. august.
Hetta er fyrsta skeiðið hjá Tórbirni í býráðnum, har hann umframt at vera næstformaður eisini er formaður í teknisku nevnd. Borgarliga starvið hjá avloysaranum í borgarstjórasessinum er at vera havnameistari í Runavíkar havn.