Skipað varð fyri móttøku fyri Torbirni Olsen í sambandi hansara listaframsýning, sum læt upp í Gomlu Seglhúsunum í Klaksvík í dag, og fólk tyktust lata ógvuliga væl at.
- Onkur spurdi skemtiliga, um reyðlingar mundu ganga her - tí eftir stuttari løtu var stórur partur av framsýningini seld, og reyðir prikkar settir við málningarnar, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar býráð.
Við Dáva Winther, segði forkvinnan í Mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen, seg eisini fegnast um, at Torbjørn var eitt av listafólkunum, sum landsstyrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, valdi at handa mentanarvirðislønum landsins fyri 2014 í Deplinum í Skálavík fyri ikki so langt síðan.
Myndirnar niðanfyri eigur Dávur Winther