Torbjørn toppskorari í Eysturoynni

Løgtingsvalið

Størsti atkvøðuslúkurin í Eysturoy á løgtingsvalinum týsdagin var tjóðveldismaðurin, Tórbjørn Jacobsen.
Av teimum tilsamans 1384 atkvøðunum, sum Tjóðveldisflokkurin fekk í Eysturoy, fekk Tórbjørn tær 448, og tað er 4 atkvøður meira enn sambandsmaðurin, Alfred Olsen,sum fekk 444 atkvøður og gjørdist næst størsti atkvøðuslúkurin í oynni.
Á øðrum plássi á tjóðveldislistanum í Eysturoy, gjørdist Hallbjørg A. Hansen í Fuglafirði við 208 atkvøðum, Olaf í Garði Joensen á Eiði á triðja plássi við 158 og Súni í Hjøllum á Toftum á fjórða plássi við 123 atkvøðum. Næstur teimum kom Jóannes K. Eliassen í Leirvík við 113 atkvøðum, Birgir Nónsgjógv Innan Glyvur við 75, Andrea Eldevig í Fuglafirði við 52 og Hallur Ellingsgaard í Oyndarfirði við 18 atkvøðum.