Torbjørn Olsen í Lille Marie

Listaframsýning í Kolding

Gallarí »Lille Marie« í Kolding letur í dag hurðarnar upp fyri eini málningaframsýning av føroyska listamanninum Torbjørni Olsen.

Í innbjóðingini til framsýningina verður Torbjørn nevndur »en fin, farvestærk færing« við støði í hansara náttúruíblástu málningum, ið oftast eru málaðir við litum, sum ikki finnast í sínum reina líki í føroysku náttúruni, men stava frá innaru náttúru listamannsins.