Torbjørn Jacobsen: EIn ribbaldur


 

Í danska blaðnum Politiken 25. november skrivar Jens Lenler um nýggja føroyska tjóðveldismannin á Fólkatingi, Torbjørn Jacobsen.

 

Torbjørn Jacobsen sigur við Jens Lenler, at hann ætlar sær at verða føroyska umboðið fyri fullveldi, sum situr í Danmark. Torbjørn sigur eisini, helst í spølni, at eftirsum hann hevur verið skipari í 20 ár, so væntar hann, at fólkið fer at gera tað, sum hann sigur. Ætlanin hjá Torbjørn er at halda seg uttanfyri danskan innanríkispolitikk, tí tað líkist ongum, at føroyingar blanda seg uppí donsk viðurskifti.

 

Eisini er ein viðmerking frá einum fiskimanni inni á Skálafjørðinum. Hann sigur, at tryggasti mátin at fáa føroyskt fullveldi uppá er at senda Torbjørn til Danmarkar. Hann er vísur í, at Torbjørn fer at verða blakaður úr Fólkatingið.

 

At enda í samrøðuni við danska blaðmannin sigur Torbjørn Jacobsen, at Føroyar vilja verða viðurkendar sum ein tjóð. Hann vil ikki "dumpa" Danmark, men berjast fyri líkarætti.

 

 

 

-ib