Torben er dani, hann kemur frá Hørsholm, norðan fyri Keypmannahavn. Hann er útbúgvin landslagsarkitektur og kom til Føroya í seinnu helvt av 80-unum. Saman við øðrum stovnaði hann fyritøkuna Sp/f Hjálpirót, sum hann í dag er stjóri á. Fyritøkan rekur urtagarðsvirksemi, nýgerð og ráðgeving. Torben er giftur við Esther Djurhuus, ið er uppvaksin í Fuglafirði, hon arbeiðir sum pedagogur á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Ester eigur dóttrina Duritu, saman eiga Esther og Torben sonin Niclas.