- Toran sligið ógvusliga niður á Viðareiði

Sev er úti og hjálpir fólki á Viðareiði, sum hava mist streymin.

Tað er ikki á hvørjum degi, at toran slær so ógvusliga, at fleiri hús missa streymin. 

 

Hvussu álvarsom støðan hjá teimum húskjunum, sum eru rakt av toruni á Viðareiði er, vita tey á Sev ikki at siga í kvøld. Men støðan er tann, at fleiri hús á Viðareiði eru merkt av, at toran hevur sligið í kvøld. 

 

- Har er ein øgiligur torusláttur. Tey siga, at tey ongantíð hava sæð slíkt áður, sigur vakthavandi hjá Sev. 

 

Fyri nøkrum árum síðani slóð toran niður í eitt hús í Runavík, men tað er ógvuliga óvanligt í Føroyum, at slíkt kemur fyri. Og í kvøld eru tað also fleiri hús, sum eru rakt av toruni. Hvussu nógv vita vit ikki enn. 

 

In.fo fylgir málinum.