Toran sló niður í skúla

19 børn doyðu, og 50 fingu skaða, tá toran sló niður í ein barnaskúla í Runyanya í ugandiska landspartinum Kiryandongo. Løgreglan sigur, at skúladagurin var liðugur, og at børnini sótu inni í skúlanum og bíðaðu eftir, at tað skuldi slíta í.

Toran hevur gingið illa í Uganda teir seinastu dagarnar, og sambært myndugleikunum eru 28 fólk deyð, tí at toran hevur sligið niður og sett eld á.

Ugandisku veðurmenninir siga, at toruslátturin hevur verið ógvusligari enn vanligt, og teir ivast ikki í, at tað kemst av veðurlagsbroytingunum. Í Uganda hava broytingarnar í veðurlagnum eisini elvt til turk og vatnflóð.