Toran slóð niður í sendara

Hoyra ikki útvarpið í Kollafirði, Kvívík og á Stykkinum

Eitt veðurfyribrigdi er orsøkin til, at íbúgvar í Kollafirði, Kvívík og á Stykkinum ikki hoyra útvarpið í morgun.


Toran hevur í nátt sligið niður í sendaran hjá Kringvarpinum á Sornfelli, og er tað orsøkin til, at nakrar borgarar ikki hoyra almenna útvarpið í morgun. Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu síni. Enn er óvist nær íbúgvar í hesum bygdum hoyra útvarpið aftur.


- Sambært Føroya Tele, sum umsitur sendinetið, so verður arbeitt við trupulleikanum. Føroya Tele veit enn ikki at siga, nær øll hoyra útvarpið aftur, skrivar kvf.fo.