Tóraldur Kollsker: Verjan var forb***að góð

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tóraldur Kollsker, málverji hjá H71, var serliga hugtikin av verjuni hjá hoyvíkingum

Fyrr í dag vann H71 20-25 á útivølli ímóti KÍF.

 

Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gekk so væl í hond hjá hoyvíkingum var, at málmansspælið og sjálv verjan stóð sera sterk í myndini. Hetta vísti ein av málverjunum hjá H71, Tóraldur Kollsker, eisini á í ljóðsamrøðuni, ið kann hoyrast omanfyri við at trýsta á pílin.