Islamistiska yvirgangsálopið á París hevur eisini sett síni spor í stórfelagnum, Paris Saint Germain.
Brasilski verjuspælarin, og varaliðskiparin á brasilska landsliðnum, David Luiz, sum hevur sáttmála við Paris Saint Germain er sera óttafullur um støðuna í París. Sambært enska blaðnum "Daily Mail" hevur brasiliumaðurin ongan hug at fara heimaftur til París. David Luiz er í Suðuramerika í hesum døgum, har hann spælir HM-undankappingardystir við brasilska landsliðnum. Við Brasilia fekk hann javnleik 1-1 ímóti Argentina á útivølli fríggjakvøldið.
- Eg havi unnustu, familju og vinir í París. Tey eru øll bangin, og sera sorgarbundin um tað, sum er hent. Eg veit ikki hvat eg skal gera, og um eg fari aftur til París, sigur David Luiz sambært "Daily Mail".
Brasilski miðverjin er ikki einasti stjørnuspælarin, sum er óttafullur um framtíðina í París. Sambært uruguayanska landsliðsspælaranum, Álvaro Gonzáles er uruguayanski framherjin hjá Paris Saint Germain, Edison Cavani eisini komin til ta niðurstøðu, at hann ynskir eisini at gevast at spæla fótbólt í París.
- Cavani hevur fortalt okkum, at hann vil sleppa undan at fara aftur til París, segði Álvaro Gonzáles við uruguayanskar miðlar.










