Tora ikki at tala Tórshavn ímóti

Fulltíðarpolitikkararnir í Norðoyggjum eru veikir, initiativleysir og merktir av ómegd, og megna ikki eingongd at standa saman.

- Hvussu ber tað so til, at vit í dag illa nokk hoyra eitt veruligt mótmæli og enn minni síggja til nakað samanhald millum okkara fulltíðar fólkavaldu her í Norðoyggjum, spyr fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen.

 

Hann vísir til, at Klaksvíkar Sjúkrahús aftur nú er fyri ákoyringum frá politikkarum, sum vilja veljast í høvuðsstaðnum, sum hann tekur til, men at lítið er at hoyra frá teimum politikkarunum, sum eru valdir í Norðoyggjum.

 

Steinbjørn O. Jacobsen er fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og hevur tí verið fulltíðar politikkari.

- Tí haldi eg meg hava tær neyðugu royndirnar til at kunna siga mína hugsan um teir, sum nú eru fulltíðar fólkavaldir politikarar í Norðoyggjum.

 

Og hann gevur teimum av grovfílini

- Eg haldi veruliga ikki, at eg nakrantíð fyrr í mínum drúgva politiska lívi havi upplivað politikararnar í Norðoyggjum so uppgevandi og uttan vilja til at standa saman um tey stóru og týðandi málini her í lokalsamfelagnum.

 

Nú Klaksvíkar sjúkrahús er fyri ágangi aftur, er púra kvirt frá norðoyapolitikkarum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Hann sigur, at allir fulltíðar politikkararnir eru líkasælir um sjúkrahúsið, tykjast at vera uttan initiativ til at gera nakað.

- Klaksvíkar Sjúkrahús er í dag fyri miðvísari propagandaherferð av almennu miðlunum, meðan okkara egnu fólkavaldu hyggja passivt at og ikki eingong standa saman, sum var tað minsta,  ein má krevja av teimum.

 

Steinbjørn O. Jacobsen leggur part av ábyrgdini yvir á nýggju valskipanina við einum valdømi, sum sambært honum hevur kostað útjaðaranum ávirkan á politisku skipanina, men harumframt eisini ført til, at teir politikkarar, sum eru valdir, eru veikir, initiativleysir og merktir av ómegd.

- Tað sær út til, at politikararnir í Norðoyggjum í dag ikki tora at tala Tórshavn ímóti, men velja heldur at tekkjast miðdeplinum í hesum eina og stóra valdøminum Føroyar, kanska tí tey vóna at fáa atkvøður haðani.

 

- Men lat meg enda hesa grein við at sláa fast, at eg vænti mær meira av okkara fólkavaldu enn tað, sum teir í dag avrika fyri ein so týdningarmiklan stovn, sum Klaksvíkar Sjúkrahús er, og sum býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu mótmæli eg upp á tað harðasta ta ringu viðferð, hesin stolti og væl virkandi stovnur fær frá løgtingi og landsstýri, sigur hann at enda.