Við málinum til 1-0 var Heðin av Lakjuni ein av stóru hetjunum hjá KÍ, sum fyri fyrstu ferð í átta ár sendi B36 til Havnar við ongum. Onkur vildi kanska vera við, at frísparksmálið var av tí hepnara slagnum, men tað var ein útsøgn, sum Heðin ikki sjálvur vildi skriva undir uppá.
- Milic stillar seg fyri í múrinum, og tá hann flytur seg, smekki eg eftir jørð, og tíbetur fór bólturin inn. Og eg haldi eisini sjálvur, at hatta var væl skotið, segði Heðin í 3. hálvleiki á Rás2 sunnukvøldið.
Sigurin bar við sær, at KÍ eftir eina tunga byrjan hevur vunnið sær átta stig í seinastu fýra dystunum. Og tað er ein úrtøka, sum sambært liðskiparanum hevur gjørt lagið kring felagið munandi betri.
- Tað merkir mann væl. Tað er munur á at vera í Klaksvík nú og so fyri trimum umførum síðani. Tá tordi mann næstan ikki at vísa seg uttandura, men nú er nógv meira positivt. Vit hava jú ikki tapt í fýra dystir, so lagið er vorðið nakað nógv betri.