Á aðalfundinum hjá ESU, sum er evropiska studendatelagið, sum var í París herfyri, varð Tór Marni Weihe, forseti í Meginfelag Føroyskra Studenga, MFS, valdur í starvsnevndina hjá ESU. Hetta er fyrstu ferð, at MFS er á aðalfundi í ESU sum fullgyldugur limir. Og tað er samstundis eisini fyrstu ferð í søguni hjá ESU, at eitt limafelag stillar eitt valevni upp til starvsnevndina á sínum fyrsta aðalfundi, – og at hetta valevnið verður valt, sigur MFS í tíðindaskrivi.
Sambært Tór Marna Weihe er hetta eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi. Hetta er eitt risastórt framstig upp á nógvar mátar. Fyrst og fremst er hetta ein evropisk álitisváttan til MFS. Men hetta er eisini eitt framstig fyri føroysk lesandi, tí at hóast hann skal arbeiða fyri øll lesandi í Evropa, slepst ikki undan, at MFS nú hevur eina altjóða rødd stendur í tíðindaskrivinum. Og tað kann bara gagna føroyskum lesandi og føroysku útbúgvingarskipanini, leggja tey afturat.
Umframt at fáa valevni valt í starvsnevndina hjá ESU, var aðalfundurin í París eisini søguligur á annan hátt. Tað eydnaðist nevniliga MFS at fáa Føroyar við í arbeiðsætlanina hjá ESU, og tí fer ESU fyri fyrstu ferð at arbeiða ítøkiliga fyri føroyskum lesandi.
– Tað eydnaðist okkum at fáa eina orðing í arbeiðsætlanina hjá ESU, soleiðis at ESU nú hevur bundið seg til at virka fyri, at føroysk lesandi fáa atgongd til Erasmus+. Hetta verður sjálvandi ikki loyst í eini handavending, men fyri fyrstu ferð er tað altso greiður og ítøkiligur stuðul til Føroyar í Evropa,” greiðir Niels Arge, altjóða skrivari í MFS, frá.
MFS fekk fullan limaskap í ESU í november í fjør. Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar líka nógvar sum atkvøður sum Týskland, Frakland, og onnur lond. Tað eru 45 limafeløg úr 40 londum í ESU og tilsamans umboðar felagsskapurin sostatt yvir 20 milliónir lesandi. ESU situr við borðendan allastaðni, har avgerðir um útbúgvingarpolitikk í Evropa verða tiknar, og felagsskapurin førir eisini sjónarmiðini hjá lesandi fram í øllum týdningarmiklum felagsskapum, ið taka avgerðir um viðurskiftini hjá lesandi – eitt nú tí máttmikla Bologna-fylgibólkinum, ES, Evroparáðnum og UNESCO.











