Toppurin tódnaði eitt sindur

Vágbingar megnaðu at hava HB í tjóðri, og B36-stórsigurin á B68 hevði við sær, at tað nú eru fleiri, sum ætla sær at elta HB, sum nú er einasta liðið, ið ikki hevur tapt

Samanum-5.umfar

HB plagar ikki at vinna í Vági. Tað hava teir ikki gjørt síðani 1991, og tað megnaðu teir heldur ikki hesaferð. VB trýsti fyri at fáa sigursmálið. Tað hava teir ofta fingið móti HB á Vágeiði. At teir ikki megnaðu tað hesa ferð hevur við sær, at HB framvegis er ósigrað.
Men HB misti tvey stig, um tað ber til at siga tað soleiðis, nú teir spældu málleysan javnleik á útivølli.
HEtta var fyrst ferðin, at HB spældi landskappingardyst uttan fyri Havnina í ár. Komnandi vikuskifti skulu teir inn á Toftir. B68 hevur saman við HB verið ósigrað, men í Gundadali ímóti B36 fingu teir ein ordiligan frammaná. 4-0 tap skalar ordiliga málmunin. Spurningurin er, hvønn týdning eitt so stórt tap fer at hava fyri sjálvsálitið. Tað fæst at síggja næstu dagarnar, tá B68 eigur tveir heimadystir í landskappingini. Í annað kvøld skulu teir spæla móti NSÍ. Talan er um dyst, sum er framskundaður orsakað av Inter-Toto cup ferðini hjá B68 til Sveis um tríggjar vikur.
Sunnudagin skal B68 aftur spæla á heimavølli. Tá fáa teir vitjan av HB. Talan verður um dystin, sum skuldi havt verið spældur í fyrsta umfari. Fyri B68 eru bæði dysturin sunnudagin og tann í annað kvøld lykladystir. Á Toftum vilja teir fegnir vera við, har tað gongur fyri seg, sum vit plaga at taka til. Um teir í B68 skulu vera við í kappingini um tvey tey fremstu plássini, so er tað einki sum eitur. So skulu teir vinna allar heimadystirnar. B68 hevur longu tapt tvey stig á heimavølli. Tað gjørdu teir í fyrsta umfarinum, tá tað endaði 1-1 móti GÍ. Tí vita teir í B68, at tað verður alneyðugt at fáa alt tvær tær næstu ferðirnar, men tað verður sera strevið - báðu ferðirnar. At siga at B68 eftir tapið fyri B36 hevur ryggin ímóti múrinum er kanska at taka munnin ov fullan, men støðan er ikki góð, tá havt verður í huga, hvat felagið vil og ætlar sær.

B36 og NSÍ væl við
Eftir at byrjanin var eitt sindur trilvandi, og teir eitt nú meira enn hálvkiksaðu á Skála, so tykjast teir í B36 at vera við at vaska tapið fyri HB av sær. Eftir missin av fleiri spælarum, sum vóru millum berandi kreftirnar í fjør, tykist liðið at vera um at koma fyri seg.
Á sama hátt sum teir á Toftum, so vilja teir í Runavík verða við, har tað gongur fyri seg. Um tað skal gerast veruleiki, so er ein av treytunum at NSÍ vinnur dystirnar, sum verða nevndir lættir. Hervið verður hugsað um dystirnar móti teimum sokallaðu botnliðunum. Hervið verður hugsað um dystirnar móti TB, EB/Streymi og Skála. NSÍ hevur tvær tær síðstu ferðirnar spælt móti EB/Streymi og Skála, og teir í Ruinavík hava staðið royndina. Teir hava fingið seks stig.

Botnurin ikki sørur
Við sigirnum á EB/Streymi komu klaksvíkingar rættiliga burtur frá botnplássunum. Í hvussu so er í fyrsta umfari. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av Skála, sum nú er heilt einsamalt í botninum, og sum er einasta liðið, sum framvegis eigur fyrsta sigurin á. Dysturin millum KÍ og Skála verður sera spenandi. Skála hevur fyrr í ár vunnið tvær ferðir í bólkaspælinum í steypakappingini ímóit KÍ, sum sjálvandi fer at leggja nógv fyri at endurvinna æruna og at fáa trý stig afturat í ikki serliga tunga stigaposan.
TB hevur staðið seg illa, síðani teir í fyrsta umfarinum vunnu 1-0 á heimavølli móti VB. Hesa ferð megnaðu teir við nýggjum venjara at sleppa undan eyðmýking í Gøtu. 2-0 til GÍ mundu tey flestu rokna við. Spurningurin er nú, um TB er komið fyri seg, ella um tað er GÍ, sum ikki hevur tað styrkina, sum 90?ara søgan leggur upp til.
Hóast EB/Streymur og Skála taptu hesaferð, so eru tað lutir í dystunum hjá teimum, sum benda á, at bæði liðini fara at fáa fleiri stig. Skála tykist at vera komið í ónda ringrás. Spurningurin er bara, nær teir fara at koma úr henni. EB/Streymur hevur áður víst tenn. Og tað fara teir skjótt at gera aftur.

Órættvís viging
Skoðsmálið fyri dystirnar í fyrstu og aðru deild er ikki altíð so gott. Sjálvandi er tað spennandi, tá bygdir og býir kappast um stigini og æruna. Men tað verður ikki altíð sagt at vera so polerað og vakurt.
Metingin er ikki heilt lítið órímulig. Føroysku amatørarnir verða í hesum døgum lagdir á eina heilt órímiliga vekt. Dystirnir í landskappingini verða meira ella minni tilvitað sammmettir við tað, sum sæst í sjónvarpinum úr Suður Korea og Japan. Tað er ikki rímiligt, men tað er kotini væl skiljandi.