5-mannafør dreingir: Tað vóru nýggjir bátar í toppinum, tá ið 5-mannaførini við dreingjum komu á mál. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, Blikur av Argjum og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag komu fyrst á mál.
Á Norðoyastevnu vóru hesir tríggir ávikavíst nummar 4, 5 og 3. Í endaspurtinum var munurin sera lítil, og tað tóktist sum um, at teir allir tríggir í lítlum løtum vóru fremstir.
Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, og Jallurin var næstfyrstur. Hesa ferð var Royndin Fríða aftast, og Jallurin var nummar sjey. Á Royndini Fríðu vóru teir so óhepnir, at róðrið brotnaði, og Jallurin fekk sera vánaligan start. Hann tóktist eina løtu vera fastur í startinum.
Tað tók meiri enn hálvan tíma at fáa bátarnar at liggja soleiðis, at startdómarin kundi skjóta. Høgættarlotið liggur upp á tvørs av bátunum, og tað argaði rættuliga nógv.
1 Drekin 05:20.03
2 Blikur 05:20.17
3 Sílið 05:20.22
4 Havfrúgvin 05:21.20
5 Erla Kongsdóttir 05:23.04
6 Frúgvin 05:23.15
7 Jallurin 05:24.08
8 Fípan Fagra 05:27.17
9 Svanur 05:30.22
10 Teistin 05:31.02
11 Firvaldur 05:32.00
12 Pílur 05:32.15
13 Sandingur 05:48.03
14 Tjógvin 05:58.05
15 Royndin Fríða 07:00.00
Støðan
Blikur 11
2 Drekin 11
3 Sílið 8
4 Royndin Fríða 7
5 Jallurin 7
6 Frúgvin 4
7 Havfrúgvin 4
8 Erla Kongsdóttir 3
9 Pílur 1
10 Fípan Fagra 0
11 Firvaldur 0
12 Sandingur 0
13 Svanur 0
14 Teistin 0
15 Tjógvin 0










