Fram-SÍ 3-0
25-16, 25-13, 25-18
Flogbóltur
Í dystinum millum Fram og SÍ varð tað toppurin og botnurin í meistardeilduni hjá monnum sum møttust. SÍ hevur ikki fingið rættiligt fótafesti í landskappingini í ár, og í hesum dystinum kláraðu teir heldur ikki at gera so nógv um seg. Eftir bert 39 min. hevði FRAM vunnið dystin 3-0.
Sama niðurlagið
SÍ hevði styrgt seg til hendan dystin við Jón Falkvard. Jón er ein evnaríkur ungur leikari, sum ikki hevur verið við fyrr í ár , men nú verður hann við restina av kappingarárinum.
Øll trý settini høvdu sama niðurlag. Fram spældi ikki tað optimala teir eru førir fyri, men ístaðin royndu teir at leika meira á miðjuna til Heina Weihe og Suna Pedersen. Ofta kiksaði tað hjá Fram, við hevingum á miðjuna, men so varð hevað á kantin har bólturin bleiv vunnin. Leikarnir hjá Fram eru væl hægri enn sørvingarnir, og tískil fekk SÍ ikki blokka so nógv álop, men onkur einstakur blokkur var kortini. SÍ fekk nøkur álop ígjøgnum teir høgu menninar hjá Fram, men sum áður sagt, so var tað Fram sum stýrdi dystinum. Lítið er at siga frá dystinum tí mannagongdin var tann sama, og eftir pappírinum at døma so skuldi FRAM fingi ein tryggan sigur heim, og tað var eisini júst tað teir gjørdu.