Hetta vikuskiftið er 16. umfar í bestu fótbóltsdeildini á skránni. Higartil hevur NSÍ verið oddalið. Í gjár var NSÍ stórfavorittur á heimavølli ímóti TB, sum fór suður aftur við málleysur javnleiki.
Undan dagsins dystum vísir støðutalvan, at tað eru trý stig frá NSÍ og aftur til B36, og at tað eru seks stig aftur til Víking og HB.
Hóast mjørkin liggur tjúkkur, so eru líkindini at spæla fótbólt góð ídag.
16. umfar
FC Suðuroy-Víkingur: Lars Müller kl. 14.30
B36-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
ÍF-AB: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan
NSÍ 33
B36 30
Víkingur 27
HB 27
KÍ 24
ÍF 18
TB 17
FC Suðuroy 13
AB 8
EB/Streymur 6
NSÍ og TB hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir